Svongdin er stór í Gundadali

Millum aðrar er ársins ungi spælari á beinkinum hjá HB, ið hitar upp at spæla ímóti TB, sum hevur seks ungar dreingir á beinkinum

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB hevur vitjan av TB. Fyri nøkrum vikum síðani hittust hesi bæði liðini við Stórá í Trongisvági, og tá endaði tað við málleysum javnleiki.

 

Síðani hava bæði feløgini skift venjara. Við Jákupi Martin Joensen við róðrið hevur HB staðið seg væl. Tó var tað vónbrot fyri viku síðani á heimavølli at tapa 1-0 ímóti KÍ. Kappingin um plássini á liðnum er stór. Tað sæst á  beinkinum í dag. Har sita sjey spælarar, sum í nógvum feløgum høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu. Ein av teimum er ársins ungi spælari higartil – Áki D. Samuelsen. Hinir eru Bjarti Vitalis Mørk, Hørður H. Askham, Jákup L. Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Eivind R. Mouritsen og Samuel Johansen Chukwudi.

 

Tummas Djurhuus er nýggjur venjari hjá TB.

 

Á TB beinkinum eru ungir suðuroyingar – Olivur Øster, Olivur Renéson Thomsen, Jóhan Renéson Thomsen, Bartal Einarsson Petersen, Oddmar Nybo Jespersen, Tummas Pauli Christiansson og Erik Johansen.

 

Allir HB spælararnir eru tøkir, meðan TB saknar Poul Ingason, Andreas Midjord og Salmund Bech, sum eru skaddir.