Tá ið okkurt luktar

Einki er sum ein góður túrur fram við sjóvarmálanum ella ein túrur oman í Sandagerð saman við børnunum at spæla og í øðrum førum at hava tráðuna við fyri at fanga sær eitt gott sjósíl.

 

Stuttligt er eisini at síggja hesar frískligu sálir, sum taka sær ein túr út á bláman.

 

Tó hava vit ein kanska meira ótespiligan trupulleika í okkara kommunu, og tað er okkara kloakk- og spillvatnsskipan, sum ikki er júst sum hon skal.

 

Trupulleikin við kloakkroyki á ymsum ættum, og hvussu tað rekur, er grundarlagið fyri, um vit skulu anda í okkum ótespiligan kloakkroyk. Í øðrum førum spæla heilsuvandamiklar bakteriur sær í okkara sjógvi.

 

Hetta er á ongan hátt í ordan og eigur og skal fáast í rættlag.

 

  • Vit skulu sum skjótast fáa longt rørleiðingina longri út á streymasjógv
  • Vit skulu fáa lagt eina heildarætlan fyri, hvussu vit nýgera kloakkskipaninina í miðbýnum - kloakkskipanin skal uppraðfestast
  • Kloakk- og spillvatnsskipanin skal koma í rættlag í allari kommununi, bæði á bygd og í bý

 

 

 

Heilsan er ikki til at spæla við, og skylda vit bæði okkum sjálvum og náttúruni at fara væl um.

 

Vit skulu framhaldandi trygt kunna fara út í náttúruna og njóta friðin, djóralívið og tær góðu løturnar, um tað so er til gongu, á blámanum ella við tráðu í hond.

 

Ein íløga og uppraðfesting á hesum øki er ein íløga í trivnaðin og heilsuna hjá okkum øllum.

 

 

 

Við javnaðarkvøðu

 

John av Reyni

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu