Sverri Nielsen kom á mál sum nummar fýra í EM í rógving í single scullara í Bled í Slovenia fyri løtu síðani Mynd: Sportxpress/Ritzau Scanpix

Tað eydnaðist ikki Sverra Nielsen at vinna heiðursmerki

Eitt skuffandi fjórða pláss bleiv tað til Sverra Nielsen í EM rógving í Slovenia

 

Sverri Nielsen kom á mál sum nummar fýra í EM í rógving í single scullara í Bled í Slovenia fyri løtu síðani Mynd: Sportxpress/Ritzau Scanpix

EM í rógving í Bled í Slovenia endaði við, at Danmark einki heiðursmerki fekk.

 

Tað er greitt, eftir at Sverri Nielsen kom á mál sum nummar fýra í finaluni í singlesculler fyri løtu síðani.

 

Hann var síðsta umboð fyri Danmark á seinasta degnum í evropameistarakappingini.

 

 Stórar vónir vóru til Sverra Nielsen, men hann endaði við at vera yvir 2,5 sekund frá heiðursmerkjaplássi.

 

Føroyski rógvarin rør fyri Danmark fyri at kunna sleppa við til OL.

 

Í finaluni var Sverri Nielsen eitt vet aftanfyri alla tíðna, hóast hann royndi við einum endaspurti.

 

Sverri vann HM-silvur í 2019. Árið eftir gjørdist hann evropameistari, meðan tað í 2021 gjørdist til EM silvur. Hann var ikki við til EM í fjør.

 

Hollendski rógvarin Lennart van Lierop tók øll á bóli, tá hann róði seg til gullheiðursmerki í EM í rógving í Slovenia. Hann kom á mál við tíðini 6:46.91.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Sverri Nielsen kom á mál sum nummar fýra í EM í rógving í single scullara í Bled í Slovenia fyri løtu síðani Mynd: Sportxpress/Ritzau Scanpix