Eftir tvey sløk ár fíggjarliga hjá næst størstu entreprenørfyritøku í Grønlandi - KJ Greenland A/S - eru nú aftur glottar at hóma.
- Í byrjanini av hesum árinum hevði fyritøkan sáttmálar fyri umleið 900 milliónir krónur, veit Sermitsiaq at siga.
Sagt verður, at byggivinnan í Grønlandi framvegis er rættiliga trýst á inntøkusíðuni.
Í 2023 hevði KJ Greenland A/S eitt avlop á 6,2 milliónir krónur fyri skatt, men í 2022 hevði fyritøkan eitt hall á 7,5 milliónir.
Sermitsiaq veit at siga, at entrepenørfelagið í fjør undirskrivaði sáttmála við Kalaallit Airport um bygging av flogvallarbygningum í nýggju, Qaqortoq Lufthavnini.
Her er innleiðandi arbeiði farið í gongd, soleiðis sum myndin oman fyri vísir, og meira um hetta kann lesast í Sermitsiaq.