Tað tekur næstan 32 ár at telja uppí ein milliard

Um tú telur sekund, og tú telur 24 tímar um samdøgrið og 365 dagar um árið, so tekur tað næstan 32 ár at telja uppí eina milliard.

 

Tað eru 86.400 sekund í einum samdøgri, og kortini tekur tað næstan 32 ár at koma ígjøgnum 1 milliard sekund.

 

Ella umgjørt til pengar: Um eg tjeni heilar 86.400 krónur um dagin, so skal eg arbeiða í næstan 32 ár, áðrenn eg havi tjent eina milliard. So nógv er ein milliard.

 

Og hví sigi eg hetta? Jú politisku flokkarnir á loysingarveinginum siga seg vilja av við alla ríkisveitingina so skjótt sum møguligt. Hetta er so sára lætt, siga tey, tí ríkisveitingin er bara ein milliard. Og her tosa vit ikki um eina milliard fyri hvørji 32 ár, men hendan milliardin kemur inn í okkara búskap á hvørjum ári.

 

Vit liva í eini óvissari tíð, har vit møguliga fara at síggja ógvusliga niðurgongd í heimsbúskapinum. Hetta er ikki rætta løtan at fráskriva sær eina milliard.

 

 

 

Helgi Abrahamsen,

valevni fyri Sambandsflokkin