Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum verður klokkan 19:00

Klokkan 19:00 verður hol sett á tónlistarliga partin av Summar Festivalinum

Komandi tríggjar dagarnar bjóðar Summar Festivalurin 29 konsertir á trimum ymiskum pallum. Afturat tí vera framførslur og undirhald á tjaldingarøkinum og í Silvalandinum.

 

Summar Festivalurin hevur bæði útlendsk toppnøvn, sum Europe, Susi quatro og Thomas Anders frá Modern Talking, og fleiri av okkara egnu fremstu bólkum og einstaklingum sum Hamradun, Guðrið Hansdóttir og Vágaverk.

 

Klokkan 19:00 leggur Kári Fossdalsá út á Torginum, síðan spælur Herborg Torkilsdóttir í tjaldinum og klokkan 21:00 spælur 73 ára gamla Klaksvíkar Hornorkestur fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum.

 

Klokkan 22 verður fyrsta konsertin á landsins størsta palli og tað verður Thomas Anders, ið fyrst sleppur at framføra fyri einum fullsettum Vágsbø í 2023. Klokkan 23:30 spælur Adrenaline í tjaldinum, og Eyðun Nolsøe spælur sum tann seinasti á torginum klokkan 00:15.

 

Seinasta konsertin í dag verður klokkan 01:00, og hon verður við Frederik Dyrby úr ADHD, sum fer at blása Vágsbø um koll við hittum sum “Vodkafjæs”, “Pizza”, KranAlarm”, og “V for sejr”.