Taufee hevur fingið landsliðsboð

Betri deildin menn: Taufee Skandari hevur fingið landsliðsboð úr Afganistan

Mynd: (Álvur Haraldsen) Taufee Skandari (t.h) í hornatøkum við Jákupi B. Andreasen

Tað verður við Taufee Skandari í spælarahópinum, at Afganistan fer at spæla CAFA Nations Cup í Kyrgistan og Usbekistan í juni. Ágangandi álopsspælarin við góða bóltførleikanum hevur fingið landsliðsboð fyri fyrstu ferð, skrivar B36.

 

- Eg var heima og tosaði í telefon við nakrar vinmenn, tá ið umboðsmaðurin skrivaði mær eini boð og bað meg ringja skjótast tilber. Hann segði seg hava stórtíðindini at bera mær. Eg var sjálvsagt ógvuliga forvitin, segði vinmonnunum farvæl og ringdi til hansara beinanvegin. Eg var sera kløkkur av at hava fingið landsliðsboð, tí afganska landsliðið er gott. Hvøkkurin hevur nú lagt seg, og eg eri til reiðar til stóru og spennandi uppgávuna, sigur hann í samrøðu við B36.

 

CAFA Nations Cup er nýggj kapping við sjey liðum, sum miðasiatiska fótbóltssamgongan CAFA skipar fyri. Hetta er fyrstu ferð, at kappingin skal spælast, og kappingarleisturin er einfaldur. Sjey lið eru býtt í tveir bólkar, har báðir bólkavinnararnir spæla finalu. Afganistan er í bólki saman við Kyrgistan og Iran. Hini luttakandi liðini eru Usbekistan, Tajikistan, Turkmenistan, umframt vesturasiatiska Oman, sum hesaferð er boðið við í kappingina.

 

Ætlanin var eisini, at Russland skuldi vera við í kappingini, men russiska fótbóltssambandið gav avboð í apríl. Kappingin verður í døgunum frá 10. til 20. juni. Hetta verður somuleiðis fyrsta uppgávan hjá landsliðsvenjaranum Abdullah Al Mutairi, sum tók við starvinum fyri góðum mánaða síðan. Hann er føddur í Kuwait og hevur fyrr staðið á odda fyri landsliðnum í Nepal.

 

- Eg havi frætt, at hann hevur hugt víðað fyri at vita, hvussu hann kann styrkja og breiðkað spælarahópin, og nú eri eg eisini komin upp á tal, sigur Taufee Skandari.

 

Í løtuni er Afganistan styrkismett sum nummar 155. Føroyar eru nummar 125.

 

Føddur í Afganistan – uppvaksin í London

 

24 ára gamli Taufee Skandari var føddur í Afganistan í apríl 1999, men flutti árið eftir við familjuni til London. Sum fótbóltsspælari hevur hann ferðast víðað. Hann hevur fyri tað mesta spælt í teimum lægru ensku fótbóltsdeildunum, har hann hevur umboðað FC Windsor, Woodford Town, Northwood FC, Ware FC og New Salamis. Eitt skifti royndi hann seg eisini í SK Bischofshofen í triðbestu deildini í Eysturríki, og á U21-liðnum hjá turkiska Bursaspor, veit B36 at siga.

 

- Mín stóri fótbóltsdreymur er sum hjá øðrum at spæla í bestu ensku fótbóltsdeildini, men tað hevði eisini verið ómetaliga stórt fyri meg, familjuna og øll fólkini har heima, um tað lukkast at spæla Afganistan til heimsmeistarakappingina, sigur hann.

 

Í strembanini eftir at røkka sínum dreymum, kom Taufee til Føroya og B36 í vetur. Avrikini hava verið góð og støðug, og hagtølini siga, at hann hevur higartil skotið tvey mál og átt trý upplegg í tólv dystum.

 

- Eg trívist væl í Føroyum. Hetta er eitt stimbrandi og fjálgt fótbóltsumhvørvi, og spælararnir, venjaratoymið og øll rundan um felagið hava tikið seg væl ímóti mær. Tað einasta, sum eg eri ovfarin av, er veðrið. Eg visti frammanundan, at tað er kalt í Føroyum, men eg visti ikki, at veturin fór at vera so harður. Nú havi eg vant meg við tað, sigur Taufee Skandari brosandi.

 

Taufee Skandari er ein av fáum spælarum, sum hava fingið landsliðsboð meðan teir ahav spælt í føroysku kappingini.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Taufee Skandari (t.h) í hornatøkum við Jákupi B. Andreasen