Saul Loeb Andre Dias Nobre/AFP/Ritzau Scanpix

Taylor Swift stuðlar Kamala Harris

Eftir kjakið millum forsetavalevnini Donald Trump og Kamala Harris, kunngjørdi amerikanski tónleikarin á Instagram sín stuðul til demokratarnar.

Saul Loeb Andre Dias Nobre/AFP/Ritzau Scanpix

Heimskenda tónleikastjørnan, Taylor Swift, hevur í morgun boðað frá, at hon stuðlar demokratiska valevnið, Kamala Harris, til komandi forsetaval, sum verður í USA í november. “Eg stuðli Kamala Harris og Tim Walz til forsetavalið 2024” skrivar hon.

Hon fortelur eisini, at hon áður hevur upplivað, at falskar útgávur av henni, ið eru framleiddar við vitlíki, ið bera borð um, at hon stuðlar Donald Trump; nakað, sum hon ongantíð hevur sagt.

- Tí kom eg til niðurstøðuna, at eg má vera meira gjøgnumskygd um mínar veruliga ætlanir sum veljari til komandi forsetaval. Lættasti hátturin at berjast ímóti skeivum upplýsingum er við at siga sannleikan, skrivar hon.

Taylor Swift hevur í løtuni heili 283 milliónir fylgjarar á Instagram. Í uppslagnum mælir hon øllum til at gagnnýta teirra atkvøðu, óansæð hvønn atkvøðan fellur á. Hon endar uppslagið við “kærleika og vón” og síðan undirskrivað av Taylor Swift, “childless cat lady”, har hon prikar til republikanska varaforsetavalevnið, J.D. Vance, ið áður hevur kallað Kamala Harris og aðrar kvinnuligar politikarar hjá demokratunum fyri “barnleysar kettudamur”.

 

##med2##

 

 

Saul Loeb Andre Dias Nobre/AFP/Ritzau Scanpix

Pedro Ugarte/AFP/Ritzau Scanpix