TB hevur møguleika at vinna avgerandi sigur

Hjá AB hongur lagnan í, at tað bæði eydnast at vinna í dag og í hvussu so er tvær ferðir aftrat

Tað er møguleiki fyri, at tey bæði feløgini, sum seinnapartin hittast inni í Vika á Argjum, fara at spæla í næstbestu deildini í 2024. Tað er eisini møguleiki fyri, at annað av feløgunum fer at spæla í næstbestu deildini og hitt í bestu deildini í 2024.

 

Undan lagnuløtuni á Argjum í dag hevur TB 16 stig, og AB hevur 10 stig.

 

Um tað eydnast TB seinnapartin at fara av Argjum við fullari úrtøku, so skal heilt nógv venda øðrvísi síðsta vikuskiftið í oktober, um TB ikki eisini í 2024 verður partur av bestu deildini.

 

Um tað eydnast AB at vinna seinnapartin, so verður hetta tann fyrsti av í hvussu so er trimum stigum, sum tað er neyðugt hjá argjamonnum at vinna, um teir eisini í 2024 skulu vera í bestu deildini.

 

Hjá TB verður javnleikurin frægari at liva við, enn hann verður hjá AB.

 

Tá ið TB í sjeynda umfari var á Argjum, endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta var fyrsta stigið, sum AB vann í ár.

 

Tá ið AB í 14. umfari var í Trongisvági, endaði tað við 3-2 heimasigri.

 

Hjá AB eru Jákup Pauli Breckmann, Tróndur J. á Høvdanum og Ragnar Skála tøkir aftur eftir leikbann. Beinir Ellefsen er skaddur, og tað er ivasamt, um sentrali miðvallarin Bjarni Skála verður førur fyri at spæla.

 

Hjá TB eru allir tøkir uttan vongverjin í vinstru Ragnar Joensen, sum er leikbannaður.

 

AB – TB: Dagfinn Forná kl. 15.00.