TB umboðar Suðuroy

Løgmanssteypið: Fyrru uppgerðina hesa vikuna millum liðini í Suðuroy vann TB

Í kvøld hittust FC Suðuroy og TB í góðveðrinum á Vágseiði. Dagsskráin var at vinna seg víðari úr fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. TB vann 2-0, og longu leygardagin verður nýggj oyggjauppgerð. Tá verður tað í Trongisvági, og tá standa trý stig í landskappingini upp á spæl.

 

TB við Gilla Rólantsson Sørensen sum generali legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Talan var um skjótt uppspæl í vinstru, og tá ið Torkil Úlvur Jespersen Holm legði flatt innfyri, var Olivur Renéson Thomsen fyrstur á og stýrdi mitt fyri málinum bóltin í málið.

 

Tað gekk javnt á, og tað kundi koppa báðar vegir. Men 12 minuttir undan leikloki staðfesti TB sigurin og harvið rættin at halda fram í steypakappingini.

 

TB málverjin Anders Tønnesen sparkaði langt, og tað var Mikal Tummasarson, ið var innskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, sum setti bóltin í málið.