Team Klaksvík: Jens Pauli Poulsen hevur slitið krossbandið

Team Klaksvík má klára seg uttan Jens Paula Poulsen restina av kappingarárinum

Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík leikarin, Jens Pauli Poulsen skrivar í kvøld á Facebook: - Europa cup og landskappingin er liðug fyri mítt viðkomandi.

 

Hetta hendi eftir, at ein av heilt stóru dreymunum at umboða Team Klaksvík úti í heimi, kom til veruleika. 

Vit byrja dystin væl, koma til stórar kjansir men brenna ov illa. Tað kostaði okkum í fyrra hálvleiki og munurin var 7-15 í hálvleikinum. 


Seinni hálvleikur var nakrar minuttir gamal tá eg fekk eina duell við mótleikara. Í duellini føli eg at skinnabeinið fer øvugtan veg enn eg fari, og eg føli ein brest. Krossbandið slitnaði

 

Nú sleppi eg at hyggja og stuðla mínum liðfeløgum av síðulinjuni, umframt at uppvenjingin byrjar skjótast gjørligt. Skrivar Jens Pauli Poulsen, ið annars skoraði trý mál í kvøld.

 

Team Klaksvík tapti 19-30 (7-15) fyri RK Sloboda í tí fyrra Europa Cup dystinum. Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 14.

 

 

 

Mynd: Team Klaksvík