Terji Petersen fíggjarleiðari í Nes kommunu

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at seta Terja Petersen til nýggjan fíggjarleiðara.

 

Terji Petersen er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvik og er 46 ár. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast í Tryggingareftirlitinum.

Terji Petersen hevur eisini drúgvar starvsroyndir úr Fíggjarmálaráðnum, har hann starvaðist í árunum 2006-2013, áðrenn hann tók við sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann arbeiddi í árunum 2013-18.

Terji Petersen byrjar í nýggja starvinum hjá Nes kommunu tann 15. apríl 2024.