Elbilafelagið Tesla hevur sett prísirnar niður á fleiri sniðum við upp til 130.000 krónur. Tað skrivar Jyllands-Posten.
Millum annað er talan um tveir av best dámdu bilunum, Tesla Model 3 og Model Y.
Talan er um príslækking upp á millum 20 og 30 prosent.
Jan Lang, sum er marknaðargreinar hjá danska Bilbasen, lýsir príslækkingina sum søguliga.
– Eg havi ongantíð upplivað líknandi príslækkin, og avleiðingarnar vera umfatandi fyri marknaðin, sigur hann við Jyllands Posten.
Ítøkiliga fellir Model 3 Standard range við beint oman fyri 90.000 krónum til ein byrjunnarprís í Danmark upp á 359.000 krónur.
Størra sniðið Model Y lækkar við yvir 100.000 krónur til ein byrjunnarprís upp á 374.990 krónur í Danmark.
Í einum boðum skrivar felagið sambært Jyllands Posten, at príslækkingin verður gjørt av tí, at fleiri verksmiðjur úti í heiminum hava bíligari flutningsútreiðslur.
Í mars 2022 lat Tesla upp eina verksmiðju uttan fyri týska høvuðsstaðin Berlin. Verksmiðja er fyrsta framleiðslustað fyri Tesla bilar í Evropa.
Sambært Reuters hevur felagið eisini lækka bilarnar í millum annað USA, Asia, Australia og fleiri aðra staðni í Evropa.
/ritzau/