Tikin fyri at koyra rúsaður

Seinastu tvær næturnar hevur løgreglan tikið tilsamans 29 sett av nummarspjøldrum í Norðoyggjum og Eysturoy.

 

Í gjár klokkan 17.30 steðgaði løgreglan einum persónbili í norðurøkinum, har illgruni var um, at biførarin koyrdi ávirkaður.

 

Norðurøkið fevnir um Eysturoy og Norðoyggjar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at illgrunin var rættur, og sambært kanningunum hjá teimum hevði bilførarin tikið rúsevni.

 

- Bilførarin er skuldsettur fyri at koyra ávrkaður. Blóðroynd er tikin, og hon verður avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

 

Seinastu tvær næturnar hevur løgreglan eisini verið úti við saksinum og tikið nummarspjøldur av bilum, har eigarin ikki hevur rindað fyri vektgjald.

 

- Soleiðis ruku 16 sett av nummarspjøldrum í Norðoyggjum og 13 í Eysturoy, ávikavist næst síðstu nátt og í nátt, visti vaktleiðarin at siga í morgun.