Firouz Gaini, professari í antropologi, Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Hann var ikki sum hinir professararnir á instituttinum.
Hesin ungi og sera fryntligi antropologurin, sum seinni bleiv altjóða stjørna í antropologi og kendur langt út um akademisku geirarnar, var so fullur av fakligum hugskotum og visjónum, at hann illa kláraði at standa stillur. Hann tosaði títt, skrivaði skjótt og hevði sera nógvar bóltar í luftini, tá ið hann helt sínar fyrilestrar á universitetinum.
Tá í tíðini brúkti man ikki powerpoint til sínar framløgur, tó at summi brúktu glærir. Thomas Hylland Eriksen brúkti sjáldan hjálparamboð. Hann tosaði uttan at hava pappír og teldu at styðja seg til. Hann hevði kanska eina bók í jakkalummanum og eitt hefti í aðrari hondini, men honum tørvaði ikki at steðga á fyri at leita eftir svari í lummanum. Hann krutlaði tó viðhvørt nøkur hugtøk upp á talvuna. Og hóast tað kundi tykjast sera impulsivt og ófyrireikað, so komu gullkornini í stríðum streymi út í salin. Tað var ein úrdráttur av allari vitanini, sum hann hevði í sær. Har var sjáldan nakað óviðkomandi, hóast tað kanska í fyrstu syftu kundi tykjast so. Soleiðis undirvístu nógvir professarar, áðrenn teldurnar yvirtóku samskiftið millum undirvísara og lesandi. Ein fyrilestur skuldi upplivast, hann kundi ikki lesast í einari bók.
Thomas Hylland Eriksen var ein av orsøkunum til, at eg valdi at fara víðari við antropologiini, tá ið eg skuldi velja mína útbúgvingarleið.
Geir Thomas Hylland Eriksen varð føddur í Oslo í februar í 1962. Pápin var blaðmaður, og mamman lærari. Familjan búði í Nøtterøy, tá ið Thomas var barn. Hann ferðaðist eisini til Afrika saman við pápanum, sum hevði arbeiðsuppgávur fyri UNESCO. Hann byrjaði á Blindern, sum var kampus hjá universitetinum í Oslo, í 1981. Lestrarárini var Thomas virkin í lívliga anarkistiska umhvørvinum í Hjelmsgata í Oslo. Hann var m.a. í ritstjórnini á kenda undirgrundsblaðnum GATEAVISA í fleiri ár. Hann las sosiologi, antropolog og filosofi á Blindern. Høvuðsritgerðin var um etnisitet á Mauritius. Hann fekk dr.polit.-prógv í sosialantropologi í 1991 og varð tilnevndur professari í 1995. Hann var sostatt sera ungur, tá ið hann gjørdist professari á universitetinum í Oslo, har hann hevði sína dagligu gongd heilt til hann doyði.
Hóast hann einans var 62 ár, nú hann doyði tann 27. november, so hevur hann lagt ómetaliga nógv eftir seg. Thomas, sum var sjúkur av krabbameini seinastu lívsárini, skrivaði umleið 60 bøkur, sum eru útkomnar á fleiri enn 30 málum. Haraftrat gav hann meira enn 800 akademiskar greinar og bókakapitlar út. Hann skrivaði eisini stuttsøgur, skaldsøgur og hugleiðingar.
Einkjan, Kari Spjeldnæs, segði millum annað hetta um mannin hjá sær, tá ið hon alment boðaði frá, at Thomas var farin um sýn:
“Thomas Hylland Eriksen var alltid mer opptatt av andre enn seg selv, konstant nysgjerrig på omverdenen og menneskene i den. Han hadde et utrettelig driv etter innsikt og å dele kunnskap”.
Hylland Eriksen arbeiddi tvørvísindaliga og ynskti altíð at røkka langt út um akademisku verjugarðarnar í sínum verkætlanum. Hann vann fleiri virðislønir fyri sína miðling av gransking til vanlig fólk. Hann var heiðursdoktari á universitetunum í Stokkhólmi, Keypmannahavn og Prag. Hylland Eriksen luttók í norskum og altjóða kjaki um fólkaflytingar, flóttafólk, globalisering, umhvørvistrupulleikar, mentanarligt margfeldi, upprunafólk, yvirgang, miðlar, korona-farsóttina, oyggjasamfeløg og mangt annað.
Thomas hevur eisini havt ávirkan her í Føroyum.
Mong lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini hava havt bøkur og greinar hjá honum á sínum pensumlistum. Eisini á Námsvísindadeildini - sum fyrr var Føroya Læraraskúli - havi eg brúkt bøkur hjá Hylland Eriksen, tá ið eg havi undirvíst námsfrøði- og læraralesandi. Serliga er tað antropologiska grundbókin Små steder – store spørsmål – Innføring i sosialantropologi, sum lesandi á Setrinum havt stóra gleði av. Hendan grundbókin er týdd til mong mál og brúkt á óteljandi universitetum. Á Søgu- og Samfelagsdeildini hava bøkurnar Globalization og Overheating eisini verið pensum á bachelorútbúgvingini í samfelagsvísindum.
Umframt, at eg nakrar ferðir hitti Hylland Eriksen í Noregi, eftir at eg fekk prógv í sosialantropologi Oslo, so hevur hann tvær ferðir verið her í Føroyum. Vit báðir fyrireikaðu og undirvístu á væleydnaða ph.d.skeiðinum Antropologi og føroysk mentan, sum Fróðskaparsetrið skipaði fyri. Stutt eftir hetta bleiv Hylland Eriksen sjúkur í 2016.
Honum dámdi væl at koma til Føroya, og hann hevur nevnt Føroyar ymsastaðni í sínum tekstum. Men tá ið vit ætlaðu at fáa hann aftur til Føroya at undirvísa á sama ph.d.-skeiði, so forðaði versnaða heilsustøðan honum at koma. Eina aðru ferð kom hann tó til Føroyar at halda fyrilestur á ráðstevnu um lívfrøðiligt og annað margfeldi. Hann hevur eisini hildið talgildar fyrilestrar á Søgu og -samfelagsdeildini.
Hóast illa sjúkur, so skrivaði hann líka til tað síðsta. Sjálvur segði hann, at sjúkan hevði fingið seg til at síggja lívið í nýggjum ljósi. Hann gleddist um ymiskt, sum hann ikki hevði givið sær far um áður. Og hetta knýtti hann til lívsvísdómin hjá fólkum í fjarskotnum londum, sum antropologar í meira enn hundrað ár hava skrivað um. Hetta fekk hann m.a. til at skriva bókina Syv meninger med livet í 1922.
Ærað veri minnið um Thomas Hylland Eriksen.