Íalt 33 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um góðar 30 mió. kr. Av teimum 12 verkætlanunum eru fimm ph.d.-verkætlanir. Av verkætlanarleiðarunum eru fimm menn og sjey kvinnur.
Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.
Nevndin fegnaðist um, at støðið á umsóknunum í ár var sera høgt. Hetta hevur verið gongdin seinnu árini og boðar frá góðari menning í granskingarumhvørvinum.
Les meira á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/tolv-verkaetlanir-fingid-studul-til-gransking