Astri er fødd og uppvaksin í Oslo, har hon, sjálvráðin sum hon er, las til student sjálv. Á universitetinum las hon fólkalívsfrøði og tónleik, hitti Eyðun og kom í samband við kvøðing og dans, sum gjørdist evni í høvuðsritgerðini Føroyskur dansur. Studier i sangdanstradisjonen på Færøyene, givin út í Trondheimi 1979. Í ritgerðini greinar Astri kvæðaløg, rytmu, stev og tóna¬lag, hvussu tey broytast og laga seg eftir huglagi og gongd í kvæðinum, eitt nú vísir hon á, at vís-urnar hava annan musikalskan dám enn kvæðaløgini. Dansur- og kvøðing á Velbastað standa í miðdepli í ritgerðini, sum samanumtikið er einastandandi verk um kvæðamentanina.
Í framhaldi av útbúgvingini var Astri lærari nøkur ár á studentaskúla og HF-skeiðinum í Hoydølum. Í seinnu helvt av 1980-árunum hevði hon granskingarstyrk við universitetið í Trondheimi. Astri skrivaði Mína fyrstu nótalæru, sum kom út í 1990.
##med2##
Síðan 1989 hevur Astri verið sera virkin myndlistakvinna, í fyrstuni eina mest sum grafikari, seinni fór hon at mála, men hevur altíð ein grafiskan part við – ein ella fleiri útskornar bjarga-fuglar í leysligum kompositiónum. Eina tíð var tað ein long lomvigarók, sum breiddi seg svørt á hvítum ella hvít á svørtum út eftir ovarlaga á løriftinum. Hesi seinnu árini hava málningar hennara verið eyðkendir av bjørtum grønum ella bláum málingaskvampum, sum kunnu ímynda líðir, brim ella skýggj, okkurt lætt, sveimandi við einum útskornum lomviga vigandi ovast uppi á brotinum.
Hon hevur skipað fyri summarframsýningum í Norðurlandahúsinum 2001-2012, stóru framsýningini Kolonialen á Norðuratlantisku bryggjuni í 2003, eins og hon hevur verið við á framsýningum á Leopold Museum í Vin, søvnum í Reykjavík, Den Frie í Keypmannahavn, Caso Gallery, Osaka í Japan umframt sjálvandi á Listasavninum.
##med3##
Høvuðsverk hennara munnu vera listaprýðini í skúlanum við Streymin og á Argjahamri. Tá Musikkskúlin læt upp, vórðu vit ovfarin av flottu nótamyndunum á veggjunum, sum siga føroyska tónleikasøgu frá miðøld til í dag – og er tann einasta av sínum slag.
##med4##
Astri og eg komu at kennast í Keypmannahavn, og vóru saman í Havn eitt nú í studenta-kabarettum í 1976 og nøkur ár fram. Síðan var tað tíðarritið Brá, sum vit vóru partur av saman við tíggju øðrum árini 1982-1992. Brá legði dent á bóka- og listaummæli, prentaði greinr um bókmentir, samfelagsmál, hernaðardubbing, streymnýtslu o.m.a. Ritstjórnin legði dent á at prenta samtíðarlist m.a. á permuna, sum Ingálvur av Reyni, Philippe Carré, Janus Kamban, Anna Kathrina Højgaard, Astrid Andreassen, Rannvá Djurhuus, Amariel Norðoy og onnur løgdu úr hondum.
##med5##
Við hesum ynski eg Astri hjartaliga til lukku á føðingardegnum.
Malan