Tordis nýggjur leiðari á VisitTórshavn

Nýggi stjórin á VisitTórshavn eitur Tordis K. á Rógvi Biskopstø. Hon er ættað úr Vestmanna og hevur starvast sum menningarleiðari í VisitVágar í eini trý ár.

 

Tordis skal standa fyri at menna og skipa ferðavinnuna í Havn saman við manningini á kunningarstovuni í gamla bankabygninginum í miðbýnum. Hon er 36 ára gomul og hevur útbúgving innan ferðavinnu og drúgvar royndir á økinum.

 

Á felagsmyndini sæst hon saman við f.v. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##