Tað vísa hagtølini, nú Akstovan hevur gjørt upp støðna eftir ársins fyrstu átta mánaðir.
Næstur Toyota er Hyundai, sum selt 163 nýggjar bilar, og á triðja plássi kemur Volkswagen, sum hevur selt 143 nýggjar bilar ársins fyrstu átta mánaðir.
Taka vit bara august mánað, so eru seldir 82 prosent fleiri bilar í august í ár í mun til august í fjør. Men kortini er bilasølan fyri alt árið 5,3 prosent lakrari enn í fjør. Orsøkin til tað skal helst síggjast í lógarbroytingini, sum fór fram fríggjadagin, tá mvg afturberingin til hybrid bilar lækkaði. Fleiri bilasølur hava havt tilboð í besum sambandi, og onkur ein fyritøka, sum innflytir bilar, men sum ikki umboðar nakað ávíst bilmerki, hevur lýst við á Facebook, at tey hava innflutt og skrásett yvir 100 nýggjar bilar, sum tí verða seldir fyri gamla prísin, altso við mvg afturberingini.
Nýggir bilar skrásetti ársins átta mánaðir:
TOYOTA 210
HYUNDAI 163
VOLKSWAGEN 152
RENAULT 143
FORD 129
NISSAN 88
SUZUKI 88
MERCEDES-BENZ 75
VOLVO 74
KIA 63
Nýggir bilar skrásettir í august mánaði:
TOYOTA 51
HYUNDAI 19
SUZUKI 17
VOLVO 17
KIA 15
FORD 13
HONDA 13
MERCEDES-BENZ 12
RENAULT 12
BRENDERUP 11