Tríggir gíslar í Gaza vórðu seinnapartin fluttir úr varðhaldinum hjá hernaðarrørsluni Hamas og til ísraelskar herdeildir í Gaza.
Leyslatingin varð gjørd umvegis Reyða Kross.
Hetta upplýsir ísraelski herurin, sambært AFP.
Teir tríggir leyslatnu gíslarnir vóru fylgdir út úr Gazageiranum av ísraelskum serdeildum og inn í Suðurísrael, har teir fyrst vórðu kannaðir av einum lækna, boðar herurin frá.
Talan er um tríggjar kvinnur, sum allar hava ísraelskan ríkisborgararætt. Tvær teirra hava eisini ávikavist bretskan og rumenskan ríkisborgararætt.
Kvinnurnar eru 24 ára gamla Romi Gonen, 28 ára gamla Emily Damari og 31 ára gamla Doron Steinbrecher.
Tær hava verið hildin fangi av Hamas í 471 dagar, skrivar blaðið Times of Israel.
Ein ísraelskur embætismaður sigur við Reuters, at kvinnurnar hava góða heilsu.
Myndir í ísraelskum miðlum vísa, at tey kunnu ganga uttan stuðul.
Tær tríggjar kvinnurnar eru fyrstu gíslarnir, sum Hamas í Gaza hevur latið leysar, eftir at vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael kom í gildi í morgun.
Hamas hevur bundið seg til at lata 33 gíslar leysar innan næstu seks vikurnar sambært vápnahvíldaravtaluni.
Samstundis skal Ísrael lata palestinskar fangar leysar úr ísraelskum fongslum.
Ísraelska fongsulstænastan hevur boðað blaðnum Haaretz frá, at 90 palestinar verða leyslatnir bara í dag.
Teir hava allir verið savnaðir í Ofer fongslinum, sum liggur á Vestara Áarbakka.
Í USA fegnast fráfarandi forsetin, Joe Biden, um vápnahvíldaravtaluna, sum kom í gildi í dag.
- Í dag hava byrsurnar tagt í Gaza, sigur Biden.
Hann leggur afturat, at Miðeystur í dag er "grundleggjandi broytt", og at tað verður upp til komandi amerikansku stjórnina at tryggja, at Gaza-avtalan verður framd til fulnar.
Dagurin í dag er seinasti arbeiðsdagur hjá Biden í Hvítu Húsunum, áðrenn Donald Trump tekur við eftir hann.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##