Flogfarið við Donald Trump Jr. - Trump Force One - er lent í Nuuk, og longu á farstøðini legði hann dent á, at hann er á vitjan í Grønlandi sum ferðafólk.
Men, hann segði eisini, at hann hevur eina heilsu at bera frá pápa sínum, komandi amerikanska forsetanum.
Tað var Jørgen Boassen, sum saman við tíðindafólki og øðrum áhugaðum vóru ímóti honum.
- Vit hava bara dagsljós í tveir tímar, so tað ræður um at síggja sum mest, meðan vit eru her, og vit eru sera fegin um at vera her, segði Donald Trump Jr. sambært Sermitsiaq.
Og hann legði aftrat:
- Hetta er eitt fantastiskt stað, og vit hava tosað um at vitjað her í eina tíð. Eg skuldi annars havt verið her síðsta vár, sum partur av tí, eg geri í mínari frítíð. Útsýnið undir innflúgvingini var glæsiligt, segði hann.
##med2##
Donald Trump Jr. hevði eisini eina heilsu frá pápa sínum, komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump:
- Hann sigur hey. Eg tosaði við hann í gjár, og eg skuldi heilsa tykkum øllum í Grønlandi, segði Donald Trump Jr., tá hann heilsaði fólki á farstøðini í Nuuk.
In.fo hevur fingið viðheftu myndir sendandi úr Nuuk fyri løtu síðan.
##med3##