Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, saman við soni sínum, Donald Trump Jr., sum kemur til Grønlands á privata vitjan í dag

Trump-vitjanin: Ein total niðurgering av stjórnini

Mette Frederiksen verður skjótt noydd at tosa við stórum bókstavum, og tað er trupult hjá henni, tí hon ynskir at hava góð viðurskifti við Donald Trump, sigur politiski viðmerkjarin hjá Berlingske

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, saman við soni sínum, Donald Trump Jr., sum kemur til Grønlands á privata vitjan í dag

Í gjár lendi eitt flogfar í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, og um 15-tíðina føroyska tíð í dag - ella á middegi grønlendska tíð - kemur eitt flogfar aftrat. 

 

Greitt er, at í flogfarinum í gjár vóru fólk, sum skulu fylgja Donald Trump Jr. á ferð hansara í Grønlandi, hagar hann sambært keldum hjá In.fo kemur í dag.

 

Tað er grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Minnguaq Kleist, sum serliga hevur verið tíðindaberin í Grønlandi um hesa serstøku Trump-vitjan.

 

Sjálvur hevur Minnguaq Kleist sagt, at talan er um eina privata vitjan.

 

Men, tað skerst ikki burtur, at vitjanin kemur beint í kjalarvørrinum av nógvum kjaki um framtíðarviðurskiftini millum Grønland og Danmark.

 

Ætlaða danmarkarferðin hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, har hann eitt nú skuldi hitta danska Fríðrik, kong í morgin, er útsett.

 

Politiski viðmerkjarin hjá donsku ávísini, Berlingske, Bent Winther, lýsir vitjanina hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi soleiðis:

 

"En total ydmygelse av regeringen..."

 

- Sjálvt um hetta er ein privat vitjan, og Trump ikki er tikin í eið sum amerikanskur forseti enn, kann eingin ivi vera um endamálið, sigur Bent Winther við Berlingske.

 

Hann vísir á, at grønlendskur uttanríkis-og trygdarpolitikkur liggur undir Danmark, og tískil er hetta ein ógvuslig provokatión, har Danmark ikki kann látast sum einki.

 

- Forsætisráðharrin verður skjótt noydd at tosa við stórum bókstavum, og tað er trupult hjá henni, tí hon ynskir at hava góð viðurskifti við Trump, sigur politiski viðmerkjarin hjá Berlingske.

 

 

 

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, saman við soni sínum, Donald Trump Jr., sum kemur til Grønlands á privata vitjan í dag