Trupult at trúgva at IS stóð aftan fyri álopið

Stutt eftir álopið á konserthøllina átók IS sær ábyrgdina, men russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur upp á, at Ukraina átti sín lut í álopinum.

Talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, sigur, at hon trýr ikki, at IS, Islamiskur Statur, stóð aftan fyri álopið á konserthúsið í útryðjuni av Moskva fyri lítlari viku síðan.

 

Hetta segði hon á einum tíðindafundi seinnapartin í dag, og tað er Reuters, sum endurgevur. Talskvinnan heldur tað vera sera trupult at trúgva, at IS hevur orku til at fremja eitt slíkt álop.

 

Í álopinum á Crocus City Hall lótu í minsta lagi 140 fólk lív, og nógv fingu løstir. Stutt eftir álopið átók IS sær ábyrgdina av álopinum, men russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur heldur vent eygunum móti Ukraina.

 

Mánakvøldið segði forsetin, at álopið varð framt av víðgongdum islamistum. Hann legði aftrat, at Russland veit, hvør framdi álopið, men landið veit ikki, hvør gav boð um álopið.

 

Í Ukraina sigur politiska leiðslan, at landið hevur einki við álopið á konserthøllina at gera. 

 

Maria Zakharova nýtti á tíðindafundinum høvi at takka fyri stuðulin, sum er vístur Russlandi í kjalarvørrinum av álopinum, veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

##med2##

 

 

 

Í álopinum á Crocus City Hall lótu í minsta lagi 140 fólk lív, og nógv fingu løstir.