Trý ár síðani B36 vann í Klaksvík

Árstalsfelagið plagar ofta at standa seg væl á útivølli ímóti KÍ

Tað eru einki serlig veðurlíkindi, men tað er framvegis ætlanin, at fyrsta bríksl í framskundaða landskappingardystinum í Klaksvík millum KÍ og B36 verður klokkan 19. Dagfinn Forná verður dómari, og – sum altíð – so er tað dómarin, sum ger av, um tað eru líkindi at spæla. Tað er longu avrátt, at dysturin verður í annaðkvøld, um tað ikki vera líkindi at spæla í kvøld.

 

B36 plagar ofta at standa seg væl í Klaksvík, men nú eru tað gott og væl trý ár síðani, at B36 fór úr Klaksvík við øllum stigunum. Tað var 9. mai í 2020 – í fyrsta umfari – at B36 vann 2-0 og Sebastian Pingel og Meinhard E. Olsen skoraðu málini. Sjey B36 spælarar, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis í hópinum. Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen og Michal Przybylski vóru alla tíðina á vøllinum. Erlendur Magnusson varð skiftur inn í 62. minutti, og Andrass Johansen, sum nú er lyklaspælari, sat alla tíðina á beinkinum.

 

Seinastu ferðirnar hava Andrias H. Eriksen og Erlendur Magnusson ikki verið við, tí teir eru skaðadarvaðir.

 

Í fjør vann KÍ fyrra dystin í Klaksvík 1-0, og seinni dysturin endaði 1-1.

 

Hjá KÍ eru Hallur Hansson og Jonn Johannesen langtíðarskaddir. Seinastu ferðirnar hevur vongverjin í vinstru Patrick da Silva ikki verið við. Nú er hann tøkur aftur. Jóannes K. Danielsen er skaddur, og miðverjarnir Heini Vatnsdal og Vegard Forren eru ivasamir. Í 3-0 sigrinum í Sørvági fór René S. Joensen longu í 22. minutti av vøllinum.

 

Tá ið KÍ í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið var í Gundadali, vann B36 2-0. Tá ið KÍ í 7. umfari í landskappingini var gestur hjá B36, vunnu klaksvíkingar 3-2.

 

KÍ – B36: Dagfinn Forná kl. 19.00.