Frá Royal Greenland hevur uppsjóvarskipið Tasiilaq verið í turrdokkini á Skála til klassingararbeiði og ymiskt annað viðlíkahalds arbeiði.
Trolarin Tuneq er eisini júst komin, og her skal ymiskt viðlíkahaldsarbeiði byrja í vikuni. Skipið verður síðani liggjandi við bryggju í nakrar vikur.
Trolarin Polar Princess frá Polar Seafood kom í dokk nakað fyri jól og er gjørt umfatandi klassingararbeiði og ymiskt viðlíkahaldsarbeiði. Eftir at arbeiðið í dokkini var liðugt, bleiv skipið sleipað til Havnar, har írestandi viðlíkahaldsarbeiði verður framt.
Polar Princess fer væntandi avstað aftur í komandi viku.
##med2##
##med3##
##med4##