Trý javnsett lond í ríkinum...?

Í dag eru 84 ár síðani, at her­set­ing­ar­vald­ið við Frederick C. Mason á odda góð­kendi Merkið sum tjóðarmerki okkara.

Tilgongdin tey 21 árini frá tí at ungir stud­ent­ar í Keypmannahavn skaptu Merk­ið, til tað loks­ins av fremmandum varð góð­kent sum tjóð­ar­merki, var mang­an bald­r­ut. Er tað nakað, sum før­oy­ing­ar hava dug­að væl at staðið illa sam­an um, so eru tað stjórn­ar­við­ur­skift­ini og rík­is­rætt­ar­ligu viðurskiftini.

 

Meðan onnur atlond ella hjálond høvdu ein greið­ari vilja, soleiðis at ríkisrættarlig við­ur­skif­ti vórðu greidd við fullveldi við sann­før­andi stórum meiriluta ­ eins og til dømis í Íslandi, so er øðrvísi hjá okkum, tí vit eru ósamd enn.

 

Vit skulu ikki her fara fara at greina, hví so stórur partur av fólkinum ikki vil hava full­veldi, men vit kunnu bara staðfesta, at í Før­oy­um eru viðurskiftini øðrvísi. Líka mik­ið hvussu leikað verður í, so er tað bara ein minni­luti, sum vil hava fullveldi, með­an ein rím­­­i­liga stórur meiriluti – enntá er Sam­bands­flokk­urin komin við á tann veing­in – vil hava størri sjálvræði, sum í øll­um førum í fystu syftu skal verða innan fyri rík­is­fel­ags­skap­in við Danmark.

 

Men tað reið um snarið undir kríg­num, at tá­ver­andi loysingarflokkurin Fólka­flokk­u­rin fekk meirluta á tingi, teir vóru 12 av 25 ting­monnum. Men flagg­spurningurin hevði tó einki við sjálv­stýr­is­stríð­ið at gera. Hetta var einans ein stra­t­egisk av­gerð hjá ein­um fremm­and­um her­valdi. Men hetta kyndi sjálv­sagt und­ir sjálv­stýrisstríðið – sum av góð­um grund­um fekk vind í seglini undir her­setingini – og kul­mineraði við fólk­a­atkvøðuni um loys­ing 14. september í 1946.

 

Við heimastýrislógini dovnaði sjálv­stýr­is­­stríð­ið – og reystu loys­ingarrøddirnar vórðu nær­um tagn­­að­ar, tá Tjóð­veld­is­flokk­­ur­­in – sum fuglurin Fønix – reis úr øsk­uni í 1998, tvífaldaði tingmannatalið – og birti nýtt lív í sjálvstýrisstríðið, sum nú varð til ful­l­veld­is­stríð – sum tó ikki bar á mál, men endaði við ósemju og nývali.

 

Nú eru tó nýggir tónar úr Danmark, har for­sæt­is­ráð­frú­an hevu­r nevnt møgu­leik­an við »tri­m­um javn­set­t­um lond­um í rík­is­fel­ags­skap­i­num, so sum sam­bands­løg­mað­ur eis­ini bar upp á mál í 2012.

 

Kanska kemur tjóðarsemjan um rík­is­rætt­ar­liga spurningin úr Danmark?