Tveir B36 miðverjar eru á beinkinum

Ein broyting er á liðnum hjá B68 sammett við, tá ið tað á heimavølli endaði javnt ímóti TB

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har Jákup á Borg og B68 hava vitjan av B36.

 

Hjá B68 var tað vónbrot síðsta sunnudag, tá ið tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti TB.

 

Hjá B36 var talan mest sum um avgreiðslumál, tá ið tað á heimavølli endaði við 5-1 sigri ímóti ÍF.

 

Jákup á Borg hevur skift ein spælara út á B68 liðnum, tá ið sammett verður við liðið, sum spældi ímóti TB. Tað er Jónas Warner, sum avloysir Karstin Clementsen.

 

Hjá B68 eru Áki Johannesen, Esmar P. Clementsen og Mohamed Samba skaddir.

 

Dan Brimsvík hevur gjørt tvær skiftingar á B36 liðnum. Magnus Egilsson og Jann J. Benjaminsen avloysa Aron Knudsen og Andrias H. Eriksen. Merkisvert er tað, at á B36 beinkinum sita tveir miðverjar – Andrias H. Eriksen og Sonni Ragnar Nattestad. Tað vil siga, at Magnus Egilsson verður miðverji í dag, og at Jann J. Benjaminsen verður vongverji í vinstru, og at Símun Sólheim verður vongverji í høgru. Merkisvert er eisini, at Eli Falkvard Nielsen eisini er á beinkinum.