Tveir bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring

Í gjár blivu tveir bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring

Fyrrapartin í gjár, tók løgreglan ein bilførara í Havn. Bilførarin var ávirkaður, og er skuldsettur fyri rúsevnakoyring.

 

Beint fyri miðnátt í gjár, var ein annar bilførari steðgaður, hesin er eisini skuldsettur fyri rúsevna koyring.

 

Annars verður sagt av løgreglustøðini, at vikuskiftið hevur verið friðaligt.