Løgreglan hevur seinasta samdøgrið tikið tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.
Annar var tikin í Eysturoy klokkan 10:30 í gjár. Hann verður bæði skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra bil uttan koyrikort.
Tá løgreglan gjørdi málrætta átak í sambandi við ferðslu á Sandi eftir midnátt, varð eisini ein bilførari har tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Í gjárkvøldið var løgreglan í býnum í Havn og tosaði millum annað við ungfólk, sum gingu út í illveðrinum. Tað ger løgreglan av og á, og tað kemst av, at tey viðhvørt fyri at tryggja sær, at alt er í lagi.
Ein persónur hevur í nátt gist í klivanum á politistøðini. Tað var tí, at hann lá og svav í býnum. Hann sleppur útaftur, tá hann vaknar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.