Týskur høgraflokkur tapir aftur í rættinum

Týskar fregnartænastur kunnu framveigs bólka flokkin Alternative für Deutschland (AfD) sum ein víðgongdan bólk undir illgruna.

Dómarar síggjast her undan at dómur verður sagur í einum dómstóli í Münster í dag. - Foto: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix

Tað staðfesti ein hægri dómstólur í Týskalndi í dag sambært Reuters.

Tað gevur møguleika fyri lættari at kunna halda eyga við og kanna høgrasinnaða flokkin.

Síðani 2021 hevur fregnartænastan BfV bólkað AfD sum ein víðgongdan bólk undir illgruna.

BfV hevur til uppgávu at verja týska fólkaræðið ímóti víðgongdu hóttanum.

AfD hevur áður roynt at fáa ein lægri dómstól í Köln at stegða bólkingini sum ein víðgongdur bólkur undir illgruna. Men uttan eydnu.

Heldur ikki hesaferð vekk AfD viðhald.

/ritzau/

 

 

Dómarar síggjast her undan at dómur verður sagur í einum dómstóli í Münster í dag. - Foto: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix