EM-endaspælið hjá U18 verður leikt í tíðarskeiðnum 7. – 18. august í Podgorica í Montenegro. Føroyar vóru styrkismettar í potti 3.
Vit komu í bólk F saman við vertstjóðini, Montenegro, so okkara leikarar fáa ein innleiðandi dyst frammanfyri einari fullari høll.
Hini bæði liðini í bólki F eru Ísland og Italia.
Vit hava góðar leikarar í hvørjum árgangi, og úrslitini í U17 European Open í fjør summar geva vónir um, at okkara ungu menn kunnu standa seg væl móti Íslandi, Montenegro og Italia.