EM-endaspælið hjá U20-landsliðum í hondbólti verður leikt í tíðarskeiðnum 10. – 21. juli í Celje í Slovenia. Hesin árgangurin bleiv nummar 9 í U18 EM-endaspælinum í 2022 og nummar 8 í HM-endaspælinum í 2023. Føroyar vóru styrkismettar í potti 2.
Føroyar endaðu í innleiðandi bólki C saman við tveimum tungvektarum í altjóða hondbólti.
Føroyar skulu nevnliga kappast móti Fraklandi og Spania í bólki C. Fjórða liðið í bólki C er Sveis.
Góðu avrikini hjá hesum árganginum í endaspølunum í 2022 og í 2023 geva tó vónir um enn eitt gott avrik komandi summar.