Ukraina: 200.000 russar eru deyðir í krígnum

- Av hesum eru 480 deyðir seinastu dagarnar, sigur ukrainska herleiðslan.

Ukrainska hernaðarleiðslan sigur, at 204.360 russiskir hermenn higartil eru deyðir í krígnum.

 

Tað var hin 24. februar í fjør, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

 

Tað er ukrainski tíðindamiðilin, Ukrinform, ið ber hesi tíðindi, sum aðrir útlendskir miðlar eisini endurgeva.

 

Av hesum eru 480 russar deyðir seinastu dagarnar, verður lagt aftrat.

 

Ukrainska herleiðslan leggur aftrat, at Russland í hesum tíðarskeiði hevur mist 3.789 stríðsvognar og 7.419 onnur hernaðarakfør.

 

Sum vanligt, sigur ukrainska herleiðslan einki um, hvussu nógvir ukrainar hava latið lív í sama tíðarskeiði.

 

Um eitt álopskríggi verður ofta sagt, at fimm ferðir so nógvir hermenn verða løstaðir, sum teir, ið lata lív.