USA ætlar nú at lata Ukraina enn ein nýggjan hernaðarligan stuðulspakka, sum er verdur 400 milliónir dollarar.
Tað veit Reuters at siga, og tíðindastovan endurgevur Politico.
Í nýggja stuðulspakkanum eru eitt nú patriot-rakettir, stinger-rakettir, pansaraakfør av merkinum Bradley, og her eru javelin anti-tank-vápn, sum tey verða rópt.
Sagt verður um anti-tank-vápn, at tey eru sera effektiv móti stríðsvognum.
Nýggi stuðulspakkin fer at koma, samstundis sum Russland er í gongd við stórálop á Kharkiv-regiónina har eysturi í Ukraina.
Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina, og býurin liggur skamt úr markinum millum Ukraina og Russland.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á tíðindafundi í dag, at Ukraina hevur verið fyrireikað upp størri russisk álop í Kharkiv-regiónini.
- Trupulleikin kann gerast, um Russland sendir enn fleiri herfólk til økið, leggur forsetin aftrat.