Ukrainski herurin veit í morgun at siga, at eitt russiskt álop í pørtum av Kharkiv-regiónini er steðgað.
- Okkara herdeildir hava partvís tryggjað støðuna, og framgongdin hjá fíggindanum í ávísum økjum er steðgað.
Tað sigur eitt talsfólk hjá ukrainska herinum í dag, og lagt verður aftrat, at russar alla tíðina royna at taka seg fram á Kharkiv-leiðini.
Áhaldandi russisku álopini í landnyrðingspartinum av Ukraina, nærindis russiska markinum, havt elvt til, at ukrainski herurin hevur verið noyddur at tikið seg aftur í ávísum økjum.
Samstundis hevur tað eydnast russum at taka fleiri ukrainskar smábygdir á leiðini.
Sambært útrokningum hjá tíðindastovuni AFP, sum byggja á dátur hjá Study of War (ISW), hava russar seinastu tíðina tikið umleið 278 ferkilometrar av ukrainskum landaøki, serliga á Kharkiv-leiðini.
Tað er NTB, sum í dag endurgevur útlendskar tíðindastovur, eitt nú tíðindastovuna, AFP.