Ukrainska loftverjan sigur seg hava skotið niður 21 russiskar dronur niður í nátt.
- Tilsamans sendu russar 43 dronur móti seks regiónum í Ukraina, sigur loftverjan.
Lagt verður aftrat, at tær 22 dronurnar, sum ikki vórðu skotnar niður, fóru fyri skeyti.
Greinarar halda, at orsøkin til, at tær 22 dronurnar ongan skaða gjørdu, var "elektronisk krígsførsla", sum tað verður rópt.
Hetta er nakað, sum ukrainar í størri og størri mun brúka í sínari verju av landinum móti russiskum dronuálopum.
Sambært lokalum myndugleikum í Ukraina elvdu leivdir av dronum til skaðar á íbúðarhús í býunum, Kharkiv og Odessa.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
Vit kunnu leggja aftrat, at Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina, sum liggur nærindis markinum til Russlands, og Odessa er havnarbýur við Svartahavið.