Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, hevur latið inn eina umsókn, har hann ynskir at verða loystur úr starvinum sum ráðharri.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.
Ukrainskir tíðindamiðlar bera eisini hesi tíðindi í dag, og teir vísa til leiðaran fyri ukrainska tjóðartinginum.
Roknað verður við, at atkvøtt fer at verða um umsóknina hjá Dmytro Kuleba í dag, og avgreiðslan av einari slíkari umsókn er vanliga bara ein formalitetur.
Sambært Reuters er umsóknin hjá uttanríkisráðharranum ein partur av størstu stjórnarumskipingini í Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás fyri hálvum triðja ári síðan.
Sum skilst, er væntandi, at ukrainska tjóðartingið fer at fáa fleiri umsóknir frá ráðharrum um at vera loystir úr starvi.
- Hetta verður lýst sum ein nýggj byrjan upp á veturin, sum liggur fyri framman, leggur Reuters aftrat.