Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, er á vitjan í Kina frá týsdegi til fríggjadag at greiða frá, hvussu russiska innrásin í Ukraina kann enda.
Tað upplýsir ukrainska uttanríkisráðið, sambært tíðindastovuni AFP.
- Týdningarmestu umrøðurnar verða um, hvussu vit steðga russiska áganginum og møguliga leiklutinum hjá Kina í at fremja ein varandi og rættvísan frið, skrivar ráðið.
/ritzau/