Birgir W. Høgnesen tók myndirnar í Hvannasundi í gjár.

Umvæla og útbyggja bryggjuna í Hvannasundi

- Her hevur verið neyðugt við umvælingum, og so gera vit eisini ein longri bryggjukant, sigur borgarstjórin, Katrin Margreta Næs.

 

Birgir W. Høgnesen tók myndirnar í Hvannasundi í gjár.

Í Hvannasunds kommunu hendir ymiskt, Her er kommunan eitt nú í holt við at umvæla og útbyggja bryggjuna beint norðanfyri, har Ritan leggur at.

 

- Her hevur verið neyðugt við umvælingum, og so gera vit eisini ein longri bryggjukant, sigur borgarstjórin, Katrin Margreta Næs.

 

Í Hvannasunds kommunu eru tey í løtuni eisini í holt við eina útstykking í Hvannasundi.

 

Á havnalagnum í Hvannasundi, har Ritan, sum røkir siglingina til Svínoyar og Fugloyar, hevur kommunan fyri nøkrum árum síðan eisini bygt eitt hús - eitt "rituhús", sum tey siga.

 

Húsið, sum Strandfaraskip Landsins leiga til bíðirúm í samband við sjóvegis farleiðinga millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, er eisini alment wc

 

Katrin Margreta Næs sigur, at ferðafólkini, tey síggja mest í Hvannasundi, serliga eru fólk, sum fara við Rituni út til Svínoyar og Fugloyar – og sum koma aftur haðani. 

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Birgir W. Høgnesen tók myndirnar í Hvannasundi í gjár.