Undirvísingartilfar skal verða føroyskt

Eg minnist tvær føroyskar skúlabøkur í fólkaskúlanum fyriuttan tær í føroyskum, og tað er okkara søga, sum Christan Høj hevur skrivað og so ein lítil lummabók um okkara húsdjór. Hetta var eisini í nítjanhundrað og okkurt!

 

Nú, vit eru í aðrari øld, er nógv betrað á hesum økinum, men vit hava enn avbjóðingar við undirvísingartilfari í føroyskum, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámi.

 

Í miðnámi er nærum alt undirvísingartilfarið á øðrum máli enn føroyskum. Tó at allar lærugreinarnar hava føroyskt heiti, so er alt innihaldið á donskum. Hetta er avbjóðandi fyri okkara næmingar, tí ung í dag brúka ikki líka nógv danskt longur, men eru í størri mun farin yvir til enskt. Hetta er eisini ein enn størri avbjóðing fyri tilflytarar og børn teirra, sum als ikki skilja danskt og tað er neyðugt fyri at fáa eitt miðnámsprógv í Føroyum í dag.

 

Tjóðveldi ynskir at arbeiða fyri, at alt undirvísingartilfar í fólkaskúla og miðnámi skal vera dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar.

 

Ein meting er gjørd, at umleið 40-60 mio skulu til fyri at dagføra skúlan við føroyskum tilfari, og við einari miðvísari ætlan er møguligt at fáa hetta avgreitt innan heilt fá ár.

 

Set X við Gudny

 

Set X við Tjóðveldi