Í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at nakrir unglingar høvdu ætlanir um at ganga gjøgnum Sandoyartunnilin.
Sandoyartunnilin er um at verða liðugur, og tunnilsfelagið hevur boðað frá, at tunnilin letur upp hin 21. desember, um alt gongur væl.
- Vit hava eykaløgreglufólk í Sandoynni, og tey vórðu send at kannað málið. Men, tá tey komu á staðið, var eingin at síggja.
Bæði í Sandoynni og á Gomlurætt, haðani myndin omanfyri er, byrjar alt at síggja liðugt út, tó at snøklar eru eftir við frá-og tilkoyring.
Á Gomlurætt síggjast bjørtu ljósini úr tunlinum, og tá tú koyrir í Traðardali á Sandi, síggjast ljósini langt inn í tunnilin.