Eftir at alt er gjørt upp, eru tey í bjargingarfelagnum sera væl nøgd. Uppboðssølan gav nevniliga 82.600 krónur, sum er eitt gott íkast hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
Í fjør gav uppboðssølan væl meiri, og tá komu 100.200 krónur inn, men tá høvdu tey eisini meiri at selja.
Sagt verður úr Hvalba, at hugurin at bjóða í gjárkvøldið var stórur. Fólk vilja stuðla bjargingarfelagnum, sum ger eitt stórt arbeiði - ikki minst, tá stormarnir herja, og fólk hava brúk fyri hjálp.
Í gjárkvøldið fór tann eini veðrurin fyri 6.800 krónur, men tað var serliga sølan av fimm lundum, sum vakti ans. Tá hamarin fall, vóru fimm grýtuklárir lundar seldir fyri 4.100 krónur.