USA ákærir TikTok fyri umfatandi innsavning av dátum um børn

TikTok, sum er í vanda fyri at verða bannað í USA, er stevnt fyri pástaðið brot á privatlívið hjá børnum.

Ósemjan millum TikTok og USA heldur fram. - Mynd: Dado Ruvic/Reuters

Enn einaferð roynir amerikanska stjórnin at steðga TikTok.

Løgmálaráðið í landinum stevnir sosialu miðlarnar og fyristøðufelagið ByteDance fyri, sambært USA, ólógliga at savna dátur um børn.

Stjórnin heldur, at TikTok hevur brotið lógir, sum verja privatlívið hjá børnum á netinum.

Lógin krevur samtykki frá foreldrum, um ein fyritøka vil savna inn persónsupplýsingar um børn undir 13 ár.

Sosialu miðlarnir, har stutt video verða deild, hava 170 milliónir brúkarar í USA.

Felagið, sum er stovnað í Kina, roynir í løtuni at stríðast ímóti amerikansku lóggávuni, sum krevur, at ByteDance skal selja sína amerikansku deild innan 19. januar.

Um tað ikki verður, verður appin bannað í USA.

Rættarmálið er sostatt bara síðsta stigið hjá USA. Landið óttast, at TikTok vegna kinesisku stjórnina savnar inn stórar nøgdir av dátum um amerikanarar - umframt at ávirka innihaldið á ein hátt, sum kann skaða amerikanarar.

Rættarmálið skal royna at fáa enda á "ólógliga og stóra inntrivinum hjá TikTok í privatlívið hjá børnum".

TikTok segði í gjár, at felagið ikki er samt í hesum áskoðanunum.

– Nógv teirra viðvíkja fyrrverandi hendingum og mannagongdum, sum faktuelt eru óneyvar ella sum eru rættaðar.

– Vit eru stolt av okkara átøkum at verja børnini, og vit fara framhaldandi at dagføra og betra um okkara pall.

Sambært frágreiðingini hjá Medieudviklingen 2023 í Danmark brúkti tíggjundi hvør dani TikTok í 2023.

Sosialu miðlarnir hava eisini verið evnið fyri nógvum kjaki her heima, og fleiri almennir stovnar hava nokta, at Tik Tok verður brúkt á teirra neti.

 

/ritzau/Reuters

 

Ósemjan millum TikTok og USA heldur fram. - Mynd: Dado Ruvic/Reuters