USA herðir revsitiltøkini móti Russlandi

Revsitiltøkini eru amerikanska svarið upp á, at russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, herfyri varð funnin deyður í russiskari fangalegu.

Fríggjadagin fer USA at kunngera umfatandi revsitiltøk móti Russlandi í kjalarvørrinum av deyða Aleksej Navalnyj.

 

Hetta verður upplýst úr Hvítu Húsunum, og her um okkara leiðir ber eitt nú norska Dagbladet hesi tíðindi í kvøld.

 

Sagt, at revsitiltøkini eru amerikanska svarið upp á, at russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, herfyri varð funnin deyður í russiskari fangalegu.

 

Hann gjørdist bert 47 ára gamal.

 

Viðhaldsfólk hjá andstøðinginum og einkjan, Julia Navalnaja, halda upp á, at Aleksej Navalnyj varð tikin av døgum í fangaleguni.

 

Tey siga, at hetta varð gjørt við nervaeitrinum novitsjok eftir boðum frá forseta landsins, Vladimir Putin.