USA: Iran og Russland víðka hernaðarligt samstarv

Sum liður í samstarvinum hevur Iran veitt Russlandi yvir 400 álopsdronur, sigur amerikanskur trygdarráðgevi.

 

USA heldur uppá, at Iran og Russland økja verjusamstarvið, sum ger Russland betri fyri til at halda fram í krígnum í Ukraina.

– Sum ein liður í samstarvinum hevur Iran veitt Russlandi við yvir 400 álopsdronum síðani august í fjør, sigur trygdarráðgevin hjá Joe Biden, John Kirby.

Iran heldur fast við, at tey ikki veita Russlandi vápn til nýtslu í Ukraina, sum Kirby heldur ikki beinleiðis sigur.

– Hetta snýr seg um byrjandi verjusamstarv, sigur hann.

Sambært Kirby ger samstarvið Russland ført fyri at drepa fleiri fólk í Ukraina, og tað ger so eisini Iran ført fyri at víðka tess vápnagoymslur, sum er ein hóttan ímóti grannalondunum.

– Vit gera, tað vit kunnu fyri at avdúka hetta samstarv, og vit eru til reiðar at gera meira, leggur Kirby dent á.

– Dronur eru sambært amerikanska trygdarráðgevanum fremsta hernaðarliga hjálpin úr Iran til Russland.

– Russararnir fara eftir at fáa mest útgjørdu vápnini, leggur hann dent á.

USA fer at siga frá, um tey síggja fleiri tekin um økt hernaðarligt samstarv millum Russland og Iran, sigur Kirby.

/ritzau/Reuters