Tveir útróðrarmenn í Grønlandi lív í gjár, tá jollan hjá teimum holvdist. Løgreglan sigur, at talan var um eina vanlukku.
Vaktleiðarin hjá løgregluni, Jeppe Andsager, sigur við Sermitsiaq, at hendingin fór fram um 15.43-tíðina við bygdina, Nuussuaq, nærindis Upernavík.
- Tað vóru tveir útróðrarmenn, sum lótu lív, sigur vaktleiðarin, sum tó ikki sigur frá hendingini í smálutum.
Jeppe Andsager vildi í dag ikki greiða neyvari frá hendingini, men sigur, at talan var um eina syrgiliga vanlukku.
- Tey avvarðandi hava fingið boð um vanlukkuna, sigur vaktleiðarin við Sermitsiaq.