Hesi øðrvísi eggini eru løtt og skjót at evna, og tey kunnu verða ómetaliga vøkur og snøgg hóast einfalda sniðið. Tað er upplagt, at børnini eisini sleppa upp í at prýða eggini, sum síðani kunnu hangast á greinar, í vindeyguni, á urtapottar og aðra staðni í húsinum.
Les eisini: Ger øðrvísi prýðis páskaregg við neglalakki
Tilfar:
· Silkiband
· Vanlig blást egg
· Sterkt Lím/lakk
· Smáir fjaðrar
· Pensil
Mannagongd:
Ger eina lykkju, og líma silkibandið á eggið. Vel fjaðarar, sum passa til eggið, og lima tær á. Brúka ein bleytan pensil til at líma fjaðrarnar á eggið við. Brúka ein harðari pensil til at skilja fjøðurina sundur, um hon klistrar saman, tá tú límar hana á eggið. Er fjøðurin tjúkk, so kann vera, at límast skal nakrar ferðir. Hang eggið at turka