Løgmaður brúkar dagin, tá ið hann fyrstu ferð fór á val, sum 18 ára gamal at lýsa, hvussu spentur hann framvegis er í politikki og hvussu góðar vónir hann hevur fyri framtíðina.
-Nú valskeiðið er um at renna út, havi eg grundað yvir, hvussu vónin hevur tað í dag – nú fýra ár seinni. Tað er eingin loyna, at fleiri baldrutar løtur hava verið. Tað slepst neyvan undan, tá ið tú stjórnar einum landi.
-Kortini hava vit bygt á tey virðini, sum vit framvegis av heilum huga trúgva á. Og samstarvið hevur verið gott.
-Eg kann tí lættliga leggja hondina á hjartað og svara, at vónin framvegis er eins sterk – um ikki sterkari – enn fyri fýra árum síðani, segði løgmaður frá tingsins røðarapalli í dag.