Vágamenn eru flúgvandi

KÍ er fyri aðru ferð í ár á veg vestur til Sørvágs við fullari úrtøki

Síðsta sunnudag vann 07 Vestur so stóran sigur, sum liðið ongantíð áður hevur vunnið. Tað var á útivølli ímóti EB/Streymi, sum legði rygg til 5-0 tap.

 

Í dag er KÍ gestur á Dungasandi. Flogið hjá tvífalda meistaraliðnum er øgiligt, tí í fyrsta triðingi av hesum kappingarárinum vunnu klaksvíkingar fulla úrtøku.

 

KÍ var í Sørvági 8. apríl, og tá fóru gestirnir avstað við 3-1 sigri. Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð skoraðu í fyrra hálvleiki og Claes Philip Kronberg í seinna hálvleiki, áðrenn Jasper Van Der Heyden minkaði um munin til 3-1.

 

Hjá 07 Vestur kemur tað illa við, at væl upplagdi spælskiparin Magnus Holm Jacobsen er leikbannaður. Ivasamt er, um miðvallarin Jóannis á Steig er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av vøddaskaða.

 

Hjá KÍ er Jonn Johannesen skaddur í fótinum. Málverjin Markus Olsen Pettersen og Claes Philip Kronberg eru tøkir aftur, eftir at teir vóru sjúkir, tá ið KÍ á útivølli vann 1-0 ímóti HB. Tá var vongverjin í vinstru Patrick da Silva ikki við, tí hann var darvaður av skaða í tjúkkanum. Tað er ivasamt, um hann verður á vøllinum í dag.

 

Tað hava verið fleiri skiftingar í miðverjuni, og tí kann tað gott vera, at Vegard Forren verður millum teir fyrstu ellivu, og at Odmar Færø ella Heini Vatnsdal verður á beinkinum.