VALIÐ 8. DESEMBUR ER EITT FEMINISTISKT VAL

Valið 8. desembur eigur at vera eitt feministiskt val. Hetta snýr seg bæð um umstøðurnar hjá kvinnum, og um rættindi hjá kvinnum. Kvinnur hava ikki fingið nóg góðan lut í tí framburði, sum hevur verið seinastu árini, og tað at kvinnur ikki hava ræði á egnum kroppi, hoyrir onganstaðni heima.

 

Sjálvandi skulu kvinnur vera í øllum politiskum avgerðum og ikki minst í landstýrinum. Men Javnstøða er eisini meira enn tað – javnstøða er, at allar kvinnur í landinum fáa møguleika at skapa sær eitt gott og virðiligt lív út frá egnum fortreytum og egnum ynskjum.

 

Kvinnur forvinna minni enn menn, og eru í størri vanda fyri at enda í fátækraváða enn menn.

 

At støðan hjá kvinnum er soleiðis, er, tí avgerðir eru tiknar í politisku skipanini, sum ikki gagna kvinnum nóg væl, og tí man ikki í nóg stóran mun viðurkennur trupulleikan.

 

59,8% av einligum kvinnum, sum hava eitt barn undir 5 ár, eru í fátækraváða. Hetta ber boð um eitt samfelag, har tað er kynið, sum avgerð, hvussu tíni livikor eru. Tað eiga og skulu vit gera nakað við!

 

Kvinnur í Føroyum hava heldur ikki fult ræði á egnum kroppi, tað eiga vit at broyta, sum nakað av tí fyrsta eftir løgtingsvalið, so allar kvinnur í Føroyum hava atgongd til eina trygga abort.

 

Vilt tú gera Føroyar betur fyri kvinnur – so vel eina feministiska, reyða, grøna og litríka rødd á løgting

 

Makeup your mind við Elisu Vang:

 

##med2##

 

 

 

X við Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, Tjóðveldi